,

100 fólk førleikamett síðan 2018

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í miðal verða um 15 persónar førleikamettir um árið. Í alt eru yvir 100 førleikametingar framdar síðan 2018. Flestu metingar hava verið innan skrivstovuútbúgving, heilsuhjálpara og timbur.

Í 2018 varð farið undir at meta førleikar hjá fólki, sum hava arbeiðsroyndir í einum yrki, men mangla formell útbúgving.

Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur svarað spurningum frá løgtingskvinnuna Hannu Jensen úr Fraksókn.

Hanna Jensen spurdi, hvussu nógv verða førleikamett, hvussu skipanin virkar og hvussu hon verður fíggjað.

Landsstýrismaðurin sigur, at føroyingar hava tikið væl ímóti møguleikanum við førleikameting, hóast ivamál vóru í fyrstani. Serliga vóru vinnufólk ivasom og óttaðust, at møguleikin kundi máa støði undan útbúgvingunum.

Ein greiður leistur er nú ásettur, og Yrkisnevndin tryggjar, at førleikameting ikki skerjir dygdina. Umstøður fyri at verða førleikamettur eru millum annað minst 3-5 ára starvsroyndir.

– Førleikametingin er lagað til føroysku útbúgvingarskipanina, sigur Djóni Nolsøe Joensen og nevnir, at hon kann stytta um útbúgvingartíðina.

Fíggjarliga verður skipanin raðfest eftir eftirspurningi. Eitt starvsfólk í 2/3-starvi arbeiðir við økinum, og fýra skeið eru hildin fyri førleikametarum.

Lýst verður við møguleikanum á heimasíðum hjá Vegleiðingarstovuni og Yrkisdeplinum, og altíð ber til at søkja.