,

Sleppa at súkkla í Húsareynstunlinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nýggi Húsareynstunnilin, sum letur upp sunnudagin, letur ikki bert upp fyri bilferðslu, men eisini fyri súkklum. Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

Hetta er eisini í samsvari við verkætlanina Tórshavn sum súkklubýur, sum byrjaði av álvara í 2019.

Tórshavnar býráð hevur játtað 3 milliónir krónur til verkætlanina Tórshavn sum súkklubýur. Játtanin verður brúkt til infrakervi, hentleikar og kampanjur, fyri at betra um súkkluumstøður, minka ferðslutrýst og gera býin grønari.

Og nú verða Húsareynstunnilin og nýggi Havnarvegurin eisini ein partur av súkklufarleiðunum í Tórshavnar kommunu.