Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Knút B. Johannesen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í 2-2 javnleikinum millum B36 og HB í Gundadali. Hoyr Knút taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við høvuðsvenjararnar, Jákup Martin Joensen hjá B36 og André Olsen hjá HB. B36 var á odda 2-0, og teir vóru 11 móti 10 á vøllinum, men máttu taka til takkar við einum stigi. Tí er André nøgdari við javnleikin enn Jákup Martin. Myndir: Sverri Egholm, portal.fo.

Mynd: Sverri Egholm, portal.fo