,

Kommunulæknar knýttir beinleiðis at ellis-og røktarheimum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Heilsumálaráðið arbeiðir við einari nýggjari skipan, har kommunulæknar verða knýttir at ellis- og røktarheimum kring landið.

Arbeiðið fer fram í tøttum samstarvi við Kommunulæknafelagið, Kommunufelagið, leiðslurnar á eldraøkinum og Heilsutrygd.

Tað sigur, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinnna í svari til Kristiannu Winther Poulsen, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.

Talan er um eina stóra og nýggja uppgávu, og tí verður farið stigvíst fram. Í heyst verður farið undir royndarskipanir á útvaldum ellis- og røktarheimum saman við ávísum kommunulæknum.

Málsetningurin er at tryggja eina dygdargóða og trygga skipan. Eftir summarsteðgin verður farið undir at gera uppskot til, hvussu royndarskipanin skal síggja út.

Tá royndartíðarskeiðið er av, verða skipanirnar eftirmettar, og síðani verður støða tikin til framhaldið.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, vísir á, at skipanin hevur fleiri fyrimunir og kann tryggja betri og rættari viðgerð og heilivágsviðgerð til búfólk.

– Royndir úr Danmark vísa, at ein røktarheimslækni kann fylgja heilsustøðuni og sjúkugongdini hjá búfólki og fyribyrgja óneyðugar innleggingar, sigur landsstýriskvinnan.

Skipanin kann eisini minka arbeiðstrýstið hjá starvsfólki á ellis- og røktarheimum og betra um nýtsluna av læknaorkuni.

Landsstýriskvinnan sigur, at hon sær ikki vansar fyri búfólk, starvsfólk, kommunulæknar ella Sjúkrahúsverkið, við eini slíkari skipan.