Kunngerð um foreldramyndugleika

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Løgmálaráðið hevur lýst nýggja kunngerð um foreldramyndugleika, samveru og bústaðin hjá barninum. Kunngerðin er komin í gildi.

Foreldur kunnu nú fráboða felags foreldramyndugleika skrivliga á einum serligum oyðublaði hjá Familjufyrisitingini, og tað kann eisini gerast við elektroniskari undirskrift. Fráboðanin skal vera undirskrivað av báðum foreldrum og latast inn í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at fyrra foreldrið hevur undirskrivað oyðublaðið.

Flyting av foreldramyndugleika til onnur enn foreldrini skal góðkennast av Familjufyrisitingini og krevur fund við partarnar. Um neyðugt kann Barnaverndartænastan verða biðin um eitt ummæli.

Við deyða hjá einum foreldri kann Familjufyrisitingin spyrja skiftirættin, um tað er boðað frá, hvør skal hava foreldramyndugleikan.

Verða foreldrini ósamd um bústaðin, kann Familjufyrisitingin taka avgerð. Er barnið í minsta lagi helvtina av tíðini hjá tí eina foreldrinum, verður viðkomandi skrásettur sum bústaðarforeldur.

Familjufyrisitingin hevur eisini heimild at tryggja samveru undir eftirliti, og foreldrini skulu ikki gjalda fyri hana.

Barnið kann verða tikið við í viðgerðina av málinum, og samrøðan skal gerast av einum barnaserkønum.

Sambært kunngerðini skulu upplýsingar, sum foreldur ella barn hava givið undir ráðgevingi ella meklingini, ikki nýtast sum grundarlag fyri avgerð.