Bragdaði at enda hjá U17-gentunum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroysku U17 genturnar í fótbólti endaðu Baltic Cup 2025 við einum góðum 4-2 sigri á Litava. Fyrstu dystirnir endaðu við teprum 2-1 ósigrum móti Estlandi og Lettlandi.

Í fyrsta dystinum legði Kára Sigurðsson Føroyar á odda, men Estland vendi úrslitinum í síðstu minuttunum.

Í øðrum dystinum legði Naomi Hansen Føroyar á odda, men aftur mistu okkara gentur alt í seinastu løtu.

Í triðja dystinum eydnaðist so endiliga at vinna 4-2 móti Litava. Sara Benjaminsen skoraði trý mál, og Lilja Højsted gjørdi tað fjórða.

Við hesum úrslitum endaðu føroysku genturnar á einum triðja plássi.

Næsta avbjóðing verður EM undankappingin í Slovenia í novembur.

Tá skulu Føroyar spæla móti Slovenia og Íslandi.