H71 hevur sett danska Rasmus Rygaard Poulsen sum høvuðsvenjara hjá besta kvinnuliðnum. Hann skal eisini taka sær av 1. deild og G18, umframt atvenja annan ungdóm í felagnum
H71 boðaði annars fyrr ár frá, at Simon Olsen, sum er hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum, og áður hevur vant menninar hjá H71, skuldi venja Hoyvíkskvinnur. Men tær ætlanirnar eru broyttar.
Rasmus Rygaard Poulsen er 38 ár og hevur drúgvar royndir í hondbólti. Hann tók EHF Master Coach-útbúgvingina í 2016, og var hjálparvenjari hjá rumenska CSM Bucureşti, tá liðið vann Champions League.
Hann hevur áður verið venjari hjá Ajax København, Skövde HF og fleiri altjóða feløgum. Eisini hevur hann verið ungdómslandsliðsvenjari í Slóvakia og Rumenia.
Sjálvur sigur hann, at hann gleðir seg at gerast partur av tí fantastisku hondbóltsmenningini og hondbóltsfeprinum, sum er í Føroyum.
Forkvinnan í H71, Anna Dam, er fegin: Rasmus kemur við drúgvum royndum, sum eg eri vís í, at vit fara at fáa stóran ágóða av.