Lív og Tróndur á Ljósfest í Vági

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Á Ljósfest 2025 í Vági fara Lív og Tróndur á pall leygarkvøldið, saman við fleiri góðum nøvnum. Tað skrivar Vágs kommuna.

Lív Næs er kend fyri eyðkenda rødd sína og samstarvið við Niels Midjord. Hon hevur eisini givið út tónleik undir egnum navni, millum annað Keldufar, har hon setti løg til yrkingar hjá abba sínum, Flóvin Flekk.

Tróndur Enni hevur framført í mong ár, millum annað við bólkinum Wild Child. Fólk minnast hann frá tulkingini av Á kundi á tíðarhavi og verkum hjá Bubba Morthens. Hann er eisini hornleikari og stjórnar Tvøroyrar Hornorkestri.

Saman framleiða tey vakran fólkapopptónleik og tulka útlendsk løg til føroyskt. Onkur nevnir tey sum “a match made in heaven” og “ein hittmaskina”.

Kendastu løgini eru Lítili Fuglur, Sveimandi og summarkenda Reasons Unknown við løttum reggaerútmum.

Ljósfest verður 15.–17. august 2025.