KÍ og NSÍ spæla evropeiskan fótbólt í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Evropeiski fótbólturin er nú veruliga byrjaður hjá føroysku liðunum. Víkingur tapti fyrrkvøldið fyrra dystin móti Lincoln av Gibraltar 3-2. Í kvøld spæla KÍ og NSÍ sínar fyrstu evropeisku dystir í ár í Conference League. Bæði liðini spæla móti finsku liðum.

KÍ spælir klokkan 17.00 í Finnlandi móti SJK, sum millum annað hevur føroyska Samuel Chukwudi á liðnum.

Mett verður, at KÍ hevur rímiliga góðan møguleika at koma víðari, og í dag ræður um, at koma heim aftur við einum góðum útgangsstøði undan seinna dystinum.

Eingin føroysk rás vísir dystin. Tað ber tí til at síggja dystin á svensku stroymingstænastuni Solidsport, har dysturin kostar 150 krónur. Dysturin sæst her.


NSÍ spælir hevur eisini finska mótstøðu og spælir í kvøld klokkan 19.45 við Djúpumýri í Klaksvík móti finska stórfelagnum HJK.

Finska felagið hevur nógvar evropeiskar royndir, og verður mett sum favorittur móti NSÍ.

Kendasti leikarin hjá HJK er Teemu Pukki, sum fyri nøkrum árum síðan skoraði nógv mál í Premier League fyri Norwich

FM1 sigur frá dystinum.


Mynd: Sverri Egholm