Umboðsmaðurin ger ikki meira við klagu um broyting í skattainnkrevjing

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein klaga varð latin Løgtingsins Umboðsmanni, tí landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, í septembur 2024 lýsti eina broyting í linkingarhátti sambært norðurlendsku tvískattaavtaluni við kunngerð heldur enn við lóg.

Klagarin helt, at broytingin bert kundi fáa virknað í Føroyum, um hon varð lýst við lóg.

Umboðsmaðurin viðmerkti, at møguleikin fyri at broyta linkingarháttin í tvískattasáttmálanum var samtyktur við løgtingslógargildi, og at broytingin tí hevði lógargrundarlag.

Kunngerð nr. 95 frá 4. september 2024 varð mett sum kunning, ikki sum nýggj lóg.

Broytingin, sum fekk virknað 1. januar 2025, hevur við sær, at persónar við inntøku uttanlands nú rinda meira í skatti í Føroyum enn áður.

Umboðsmaðurin avgjørdi, ikki at gera meira við málið