Nú eru Ognaryvirlit og Fiskirættindi fyri 2025 almannakunngjørd. Tað eru Vørn og Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, sum hava latið útgávurnar gera.
Endamálið við báðum útgávunum er at tryggja gjøgnumskygni í føroysku fiskivinnuni.
Ognaryvirlit 2025 vísir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskifør í føroyska flotanum.
Fiskirættindi 2025 gevur eina yvirskipaða mynd av rættindum hjá føroyskum fiskiførum.
Yvirlitið er deilt í trý stig:
- Bólkar. Hvussu eru fiskirættindini í kunngerð skipað í bólkar, tað merkir kvotu- og fiskidagabólkar ella annað slag av bólkum.
2. Feløg. Hvørji feløg hava rætt til fiskirættindi í 2025.
3. Skip og bátar. At hvørjum fiskiførum hava feløgini knýtt rættindini.