

B36 VARPIÐ nr. 64: Fjepparaprát – Kappingarárið 2025 hálvrunnið
10.07.2025Betri deildin er farin í summarsteðg, og nøkur av liðunum eru lopin beint yvir í teir europeisku dystirnar. Í B36 Varpinum hesuferð fingu tríggir navnframir fjepparar høvið til at gera eina støðumeting av Betri Deildini beint nú, eins og av møguleikunum hjá føroysku liðunum í europeisku kappingunum. Gestir vóru Eyðun Thorgeirsson (KÍ), Allan Samuelsen (HB) og Bogi Simonsen (B36). B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo. B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.
