KÍ og NSÍ gjørdu finskari sisu til skammar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Um finskur fótbóltur ikki hevði virðing fyri føroyskum fótbólti, tá ið hesin dagurin byrjaði, so hava tey tað helst, nú dagurin er farin.

KÍ og NSÍ løgdu ikki nógv í finska hugtakið Sisu, sum lýsir evnini at fullføra eina uppgávu, sama hvussu torfør hon er. Tí bæði KÍ og NSÍ vunnu nevniliga stórfingnar sigrar móti finskum liðum í evropeiskum fótbólti í dag.


Fyrst gjørdi KÍ ikki mætari enn at vinna 2-1 á útivølli í Finnlandi móti SJK Seinäjoki, sum hevði føroyska Samuel Chukwudi á liðnum.

Fyrsta málið kom í 39. minutti, tá ið Árni Frederiksberg legði væl innfyri. Mitt fyri málið kom Jákup Biskopstø Andreasen nærum flúgvandi, og KÍ-liðformaðurin stútaði bóltin í finska netið.

SJK javnaði beinanvegin eftir steðgin við langskoti frá Markus Arsalo. Eftir tað tók heimaliðið yvir, men KÍ svaraði aftur.

Sigursmálið kom í 86. minutti, tá Gaston Tellechea kastaði seg fram og stútaði bóltin í netið. Aftur legði Árni Frederiksberg upp til málið. Harvið tryggjaði KÍ sær eitt sera gott útgangsstøði undan seinna dystinum komandi hósdag.


Var úrsitið hjá KÍ stórfingið, so var tað hjá NSÍ ikki minni. Runavíkingar framdu eitt av størstu brøgdunum í evropeisku søguni hjá føroyskum fótbóltsfeløgum og vunnu heili 4-0 móti finska stórfelagnum HJK Helsinki.

Emil Weihe Joensen legði NSÍ fram um longu í 12. minutti, og tá ið 23 minuttir vóur spældir fekk ein leikari hjá HJK reytt kort. Fabian Næs økti fyri steðgin til 2-0

Seinastu korterið av 2. hálvleiki skoraði NSÍ tvey mál afturat. Fyrst skoraði Daniel Obbekjær og síðan Klæmint Andrasson Olsen. Jann Benjaminsen legði upp til hesi bæði málini.

Við frálíka stórsigrinum fullgjørdi NSÍ ein frálíkan føroyskan fótbóltsdag í evropeiskum fótbólti, sum KÍ setti gongd á fyrr um dagin.

NSÍ hevur nú sera gott útgangstøði undan seinna dystinum, sum verður spældur í Finnlandi næsta hósdag.


Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 10. juli

SJK Seinäjoki – KÍ 1-2 (0-1)
39′ Jákup Biskopstø Andreasen (Árni Frederiksberg) 0-1
47′ Markus Arsalo 1-1
86′ Gaston Tellechea (Mads Boe Mikkelsen) 1-2 

KÍ 5-4-1(3-4-3): Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (90′ Deni Pavlovic), Gilli Rólantsson Sørensen (63′ Daniel Johansen), Gaston Nicholas Tellechea, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen (77′ Mads Boe Mikkelsen) – Páll Andrasson Klettskarð


Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli, við Við Djúpumýru
NSÍ – HJK Helsinki 4-0 (2-0)
12′ Emil Weihe Joensen 1-0
35′ Fabian Østigaard Ness (Brandur Hendriksson Olsen) 2-0
76′ Daniel Obbekjær (Jann Benjaminsen) 3-0
83′ Klæmint Andrasson Olsen (Jann Benjaminsen) 4-0

NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen – Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness – Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen – Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen