Stuðul til næmingar á Húsarhaldsskúlanum til hoyringar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur lagt eitt uppskot til kunngerð um veiting av næmingastuðli til húsarhaldsskúlar fram.

Stuðulin skal veitast eftir fíggjarlógini, og upphæddin, sum latin verður næmingunum, er ikki treytað av inntøku næminganna ella foreldranna.

Allir næmingar fáa sama stuðul, upp í kr. 3.000 um mánaðin. Stuðulin verður latin skúlanum mánaðarliga og søkt verður eftir honum við undirskrift frá teimum næmingum, stuðulin er ætlaður til.

Kunngerðin hevur heimild í løgtingslógini um húsarhaldsskúlar frá 1992 og kemur í gildi dagin eftir, at hon verður kunngjørd. Samstundis fer ein eldri kunngerð frá 1991 úr gildi.

Hoyringsfreistin er 14. august.