Arsenal er í ferð við at seta nýtt met fyri leikarkeyp í kvinnufótbólti, og felagið hevur fingið góðtikið eitt metboð upp á 1 milliónir pund, einar 9 milliónir danskar krónur, fyri kanadisku Oliviu Smith, sum í løtuni spælir fyri Liverpool.
Talan er um fyrsta kvinnuliga fótbóltsspælaran, sum verður seld fyri yvir eina millión pund.
20 ára gamla Olivia Smith kom til Liverpool í 2024 frá portugisiska felagnum Sporting. Hon verður mett sum eitt av heimsins størstu kvinnuligu talentum
Liverpool hevur áður avvíst fleiri boð, men nú hevur Arsenal fingið grønt ljós at halda fram við samráðingum. Persónligu treytirnar skulu enn avgreiðast, men tað verður væntandi eingin forðing.
Heilt afturi í 1979, gjørdist Trevor Francis gjørdist fyrsti mannligi spælarin, sum fór um eina millión pund, tá ið hann varð seldur frá Birmingham City til Nottingham Forest.
Og í 2017 gjørdist brasilski Neymar higartil dýrasti mannligi spælari, tá ið han var seldur frá Barcelona til PSG fyri 200 milliónir pund.