Teitur og Gunnar havt fótbóltsskúla fyri málverjar

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í tríggjar dagar hava Teitur Matras Gestsson og Gunnar Nielsen skipað fyri fótbóltsskúla, ið serliga hevur verið fyri málverjar.

30 hugagóðir málverjar í aldurinum 9 til 17 ár hava verið við á fótbóltsskúlanum.

– Tað hevur gingið væl, og eg haldi, at hetta higartil hevur verið ein sukse, sigur Teitur Matras Gestsson millum annað í samrøðu við FSF Varpið.

Á fótbóltsskúlanum fyri málverjar hevur dentur verið lagdur á at lofta, útspæl, innlegg, positionering, tað, at kasta seg og refleksir.