Crystal Palace sleppur ikki at spæla Europa League

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Enska fótbóltsfelagið Crystal Palace sleppur ikki at spæla í Europa League í vetur. Evropeiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur tikið avgerð um, at felagið í staðin fyri verður flutt niður í Conference League.

Orsøkin er, at størsti partaeigari í Palace, John Textor, eisini eigur franska felagið Lyon. Bæði liðini hava spælt seg til Europa League, Palace við at vinna FA Cup og Lyon við at gerast nummar 6 í Ligue 1.

Men reglurnar hjá UEFA banna, at feløg við somu eigarum spæla í somu evropeisku kapping. Tí verður Palace flutt niður í Conference League, meðan Lyon sleppur at spæla í Europa League.

Avgerðin kemur eftir, at Lyon vann kæruna móti niðurflyting til Ligue 2. Franska felagið var annars dømt at flyta niður orsaka av einari skuld á 175 milliónir evrur, men fekk avgerðina broyta og verður verandi í bestu deildini.

Crystal Palace hevur selt eigarapartin hjá Textor til Woody Johnson, men tað var ov seint eftir reglunum hjá UEFA.

Crystal Palace hevur møguleika at kæra avgerðina til Ítróttardómstólin CAS.