Nýggi Á-handilin á Argjum reistur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í dag varð nýggjur Á-handil reistur á Argjum. Tað skrivar Á-handilin á Facebook.

Talan er um eina útbygging og dagføring av gomlu maskinhøllini Undir kongavarða, sum í fleiri ár hevur staðið tóm. Har verður nú ein nýggjur Á-handil.

Arbeiðið við at byggja nýggja handilin verður væntandi liðugt síðst í árinum, tá ið Á-handil nr. 11 somuleiðis letur upp.

Á-handilin á Argju fer at minna um Á-handilin við Sundsvegin í útsjónd.

Húsavarðartænastan stendur fyri arbeiðnum Undir kongavarða.