Oyggjaleikirnir verður settir klokkan 17 – Setanin verður stroymd beinleiðis

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Oyggjaleikirnir í Orknoyggjum verður settir í dag klokkan 17.00 á Bignold Park í Kirkwall.

Fyriskipararnir siga at pláss er fyri 3000 fólkum og mæla fólki til at koma tíðliga. Portini lata upp klokkan 15.15, og skemt og undirhald byrjar klokkan 15.30.

Setanin sjálv verður klokkan 17.00, og klokkan 17.30 verður stóra skrúgongan við ítróttafólki.

Veðrið í Orknoyggjum er, eins og í Føroyum, gott í dag, og fyriskipararnir minna fólk á at hava sólkrem og vatn við.

Setanin verður stroymd her:


Føroysku ítróttafólkini ferðaðust í tólv tímar

Kringvarpið skrivar, at tey umleið 70 føroysku ítróttafólkini komu troytt til Stromness í Orknoyggjunum seinnapartin fríggjadagin, eftir eina ferð, sum tók góðar 12 tímar við flogfari, bili og ferju.

Føroyingarnir vóru fegnir um at koma á land í lítla oyggjasamfelagnum norðanfyri Skotland, har 21.000 fólk búgva.

Í gjár funnu tey út av, hvar tey skuldu búgva. Onkur búgva í Stromness og onnur í Kirkwall.

Í dag eru umframt setanina venjingar á skránni. Kappingarnar byrja sunnudagin.