Drukkin bilførari rýmdi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Ein bilførari er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og at rýma frá óhappi í Havn fríggjakvøldið.

Bilurin bakkaði á ein parkeraðan bil og rýmdi av staðnum. Løgreglan fekk fráboðan og fann bilin stutt frá óhappinum. Hann var punkteraður og skaddur.

Førarin var farin úr bilinum, men varð tó tikin og vísti seg at vera ávirkaður av rúsdrekka.

Sambært seks-tíma regluni kunnu fólk verða skuldsett fyri rúsdrekkakoyring upp í seks tímar eftir eitt óhapp.

Maðurin varð handtikin og kannaður. Hann var leyslatin um midnáttarleitið.