FM1 hevur fingið tvey ljóðbrot sendandi frá Fríðriki Bláhamar, sum er á Oyggjaleikum í Orknoyggjum, har hann serliga fylgir væl við frælsum ítrótti.
Hann greiðir í fyrsta ljóðbrotinum frá drúgvu ferðini at koma upp á pláss í Orknoyggjum.
Í øðrum ljóðbrotinum tosar Fríðrikur Bláhamar við Hera Ziska, sum er einsamallur venjari í hjá okkara frælsu ítróttafólkum og sostatt hevur nokk at takast við.
Myndina ovast av føroysku ítróttafólkunum eigur Jógvan Niclasen