Eftir annan kappingardag á Oyggjaleikum eru Føroyar fremstar á heiðursmerkjalistanum.
Føroyar hava vunnið heili 17 gullmerki, 10 silvurmerki og 6 bronsumerki.
Serliga fimleikararnir gjørdu hol í sjógvin fyrsta dagin og vunnu 9 gull, 3 silvur og 2 bronsu.
Hjá monnunum vann føroyska liðið gull, Rókur Sumbert Vestergaard vann tvey gullmerki á gólvi og í beinsveiggi og eitt silvurmerki í paralellari barr. Torleivur Christiansen vann gull ringunum, og Ari Poulsen vann gull í lopi. Eisini vann Bjarki Johannesen silvur í rekk.
Hjá kvinnunum vann føroyska liðið eisini gull. Mia Højgaard vann gull í lopi og bita, og bronsu á gólvinum. Marin Danielsen vann gull í gólvi. Oddvør Alberta Kimsdóttir vann silvur á gólvi. Og Ronja Johannessen vann deilt triðja pláss í lopi.
Eisini Bogaskjúttarnir gjørdu eitt ordans hál í gjár og vunnu fimm gull og eitt silvur.
Anja Eydnudóttir vann compound hjá kvinnum. Hjá monnum vunnu liðini í compound og recurve bæði gull. Harafturat vunnu Hans Petur Højgaard og Nikkel Petersen gull í ávikavist recurve og compound. Eisini vann Jóannes Poulsen silvur í compound.
Svimjararnir eru eisini altíð góður fyri fleiri heiðursmerki og í gjár vórðu tað til 2 gull, 3 silvur og 3 bronsu.
Líggjas Joensen vann gull í 1500 metra frísvimjing og nummar trý gjørdist Silas Dam Lindberg. Ísak Brisenfeldt vann gull í 200 metra firvald og silvur í 200 metra blandaðari svimjing. Alisa Vestergård vann silvur í 200 metra frísvimjing, og Lea Osberg Højsted vann bronsu í 50 metra ryggsvimjing. Eisini vann føroyska kvinnustafettin bronsu í 4X50 metra frísvimjing.
Fræslur ítróttur vann eisini trý heiðursmerki. Jónas Gunnleivsson Isaksen endurvann gullið á 400 metrum og Dánjal Dahl Ljósheim vann bronsu í somu kapping. Eisini vann Sunniva Bogadóttir silvur í spjótkasti.
Í súkkling vann Súsanna Skylv Sørensen vann silvur í einkultstarti hjá kvinnum.
Í badminton taptu Føroyar finaluna í liðkappingini 3-2 móti Grønlandi .
Bjarnhild í Buð Justinussen og Miriam í Grótinum vunnu tvímansleikin hjá kvinnum 2-0, og Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnu blandaða tvímansleikin 2-1.
Í einmansleiki hjá monnum tapti Christian Berg Petersen 2-0, og tað sama gjørdi Sanna Thorkildshøj í einamansleiki hjá kvinnum. Eisini taptu Magnus Dal-Christiansen og Rúni Øster tvímansnleikin hjá monnum
Heiðursmerkjatalva 15. juli 2025
| Oyggjar | Gull | Silvur | Bronsa | Tilsamans | 
|---|---|---|---|---|
| Føroyar | 17 | 10 | 6 | 33 | 
| Isle of Man | 8 | 8 | 9 | 25 | 
| Jersey | 7 | 7 | 6 | 20 | 
| Guernsey | 4 | 5 | 6 | 15 | 
| Caymanoyggjar | 2 | 2 | 5 | 9 | 
| Orknoyggjar | 2 | 2 | 3 | 7 | 
| Gibraltar | 2 | 2 | 2 | 6 | 
| Ytru Hebridur | 2 | 0 | 0 | 2 | 
| Áland | 1 | 3 | 2 | 6 | 
| Menorca | 1 | 1 | 1 | 3 | 
| Ynys Môn | 1 | 0 | 1 | 2 | 
| Grønland | 1 | 0 | 0 | 1 | 
| Hetland | 0 | 3 | 1 | 4 | 
| Falklandsoyggjar | 0 | 2 | 1 | 3 | 
| Isle of Wight | 0 | 2 | 0 | 2 | 
| Gotland | 0 | 1 | 0 | 1 | 
| Saaremaa | 0 | 0 | 2 | 2 | 
| Gozo | 0 | 0 | 1 | 1 | 
| Alderney | 0 | 0 | 0 | 0 | 
| Bermuda | 0 | 0 | 0 | 0 | 
| Froya | 0 | 0 | 0 | 0 | 
| Hitra | 0 | 0 | 0 | 0 | 
| Sark | 0 | 0 | 0 | 0 | 
| St Helena | 0 | 0 | 0 | 0 | 




