Rúni Brattaberg, víðagitni operasangarinsum, sum hevur júst ta røddina, hann sær út til at hava, gevur nú út tvær myndabøkur um Mykines, samstundis sum hann venur til frumframsýning í Japan av Flúgvandi hollendinginum eftir Wagner. Tað skrivar Sprotin.
Ein dagur á súluveiðu lýsir veiðudagin mynd fyri mynd, frá samkomu í túninum kvøldið fyri, gjøgnum svarta nátt, meðan grásúlurnar verða tiknar, til býtið av fonginum dagin eftir.
Á sýnini snýr seg um gerandisdagin á oynni, har bert 8 fólk nú búgva alt árið. Mykines er, myndaliga talað, soleiðis sum samfelag komið á sýnina.
Rúni Brattaberg skifti lívsleið, frá viðurkendum fotografi til operasangara, eftir at ein mentor sannførdi hann um, at hann sang eins væl og hann tók myndir. Hann leyp út í møguleikan í øllum sínum veldi.
Nú myndar hann lívið einsamallur at kalla á eini oyggj, har illveður og mjørki skiftast um at seta ljóð – og ljóspallin. Har loft og løgur stundum standa í einum langar vikur á svørtum vetri.
Bøkurnar fáast beinleiðis frá Rúna Brattaberg. Greipan við báðum bókum kostar 500 kr.










