H71 menn og -kvinnur ávikavist bosniska og niðurlendska mótstøðu í Evropa

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

H71 hevur aftur í ár meldað menn og kvinnur til evropeiskan hondbólt, og nú hevur lutakastið verið.

Menninir skulu spæla spæla ímóti RK Konjuh úr Bosnia í 2. umfari í European Cup. Dystirnir hjá monnunum skulu spælast 11-12.oktober 2025 og 18.-19. oktober 2025.

Kvinnurnar møta Cabooter Fortes Venlo úr Niðurlondum somuleiðis í 2. umfari í European Cup. Kvinnurnar spæla 27.-28 september og 4.-5. oktober 2025.

H71 ferð nú undir samráðingar at fáa báðar dystirnar spældar sama stað.