Hóast sveisiska liðið burdi verið eitt mótstøðulið, føroysku U19-genturnar í hondbólti kundu spælt upp við, so riggaði einki í dystinum í EM-endaspælinum dag.
Føroyar fingu ongantíð spælið at koyra. Fyrra hálvleikur var serliga tungur. Føroyar brendu tey fyrstu sjey skotini í dystinum og vórðu aftanfyri 6–16 í steðginum. Tað órógvaði almikið, tá ið Sveis legði trýst beint á Ró Reginsdóttir, og at Silja Eystberg beklaði longu eftir 5 minuttir.
Í seinna hálvleiki var alt avgjørt. Silja kom aftur á vøllin og fekk tvey mál, men sat annars uttanfyri tað mesta av dystinum.
Endin gjørdist ein stórsigur til Sveis, 30–14.
Elida Joensen var vald til besta føroyska leikari, og stríddist sum altíð í miðverjuni.
Við ósigrinum í dag er nú greitt, at Føroyar ikki røkka einum HM26-plássið og skulu spæla um 17. – 24. pláss í kappingini. Plaseringsdystirnir verða fríggja- og leygardagin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com fyri eitt gjald.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Mira Bendix Laursen 3
Silja Geirsdóttir Eystberg 3 (1)
Rakul Borgarlíð Joensen 2 (1)
Marjun Jansdóttir 2
Agatha Djurhuus 1
Joan Johannesen 1
Elida Joensen 1
Marta Højgaard 1
Málverjar:
Gylta á Neystabø 21%
Anita Dahl 14%
Føroyski hópurin – EM U19 gentur
Málverjar:
Anita Dahl, H71
Gylta á Neystabø, Kyndil
Útileikarar:
Sára Berg á Lag, H71
Silja Geirsdóttir Eystberg, EB
Fjóla Skaalum Vilhelm, H71
Elida Joensen, H71
Katrin Hansen, Kyndil
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Marta Højgaard, H71
Karin Fossabrúgv, H71
Joan Johannesen, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Marjun Jansdóttir, Kyndil
Agatha Djurhuus, VB
Rakul Christiansen, H71
Venjari: Agnar Joensen
Hjálparvenjari: Scott Harrington
Málmansvenjari: Mladen Mjerimacka
Fysioterapeut: Gurið Augustinussen
Hjálpari: Angelie Joensen