Fýra íbúðir byggjast í Klaksvík

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Klaksvíkar kommuna letur nú nýggjar íbúðarbúðir byggja uppi á Horn. Í hesum umfari eru tað fýra íbúðir, sum Malltek skal byggja, eftir at býráðið samtykti tilboðið einmælt síðst í juni.

Talan er um íbúðir á umleið 95–100 fermetrar, við tveimum kømurum, køki/stovu, vesi og tøknirúmi.

Byggingin verður í tveimum húsum, bundin saman av trappugongd, sum gevur lívd og eitt rúm sum íbúgvarnar eru felags um.

Metingarbólkurin rósti uppskotinum fyri at fella væl inní lendið og verandi grannalag” og nevndi væl valt tilfarið, sum gevur nýmótans og norðurlendskt úttrykk.

Lendið er 630 fermetrar og kostar 724.500 kr. Væntandi kann Malltek keypa lendið eftir summarfrítíðina og fara undir verkætlanina.

Her verða íbúðirnar bygdar (Kort: foroyakort.fo)