Gøtan út á Nes liðug

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nes kommuna skrivar, at nú er gongugøtan av Agninum og út á Líðarenda liðug. Tað vanta tó nakrir benkur, sum ætlanin er at seta upp eftir summarfrítíðina.

Fyrrapartin vóru tekniski leiðarin og borgarstjórin ein túr eftir gøtuni, og sum myndirnar vísa, so er útsýnið sera vakurt og gott.

Nes kommuna vónar og væntar, at gøtan verður til gleði og gagns fyri nógvar borgarar.

Nes kommuna vil við hesum eisini takka KEH Sp/f v/Kaj Eli Hansen og tekniska toyminum hjá  kommununi fyri gott arbeiði.

Her er nýggja gøtan – Kort: foroyakort.fo