Í vár fekk Havstovan møguleika at vera við í EPOC, eini stórari altjóða verkætlan, sum kannar golfstreymin og hvussu samanhangandi rákið er.
Verkætlanin byrjaði í 2022 og 21 granskingarstovnar eru við. Hesir máta rákið aðrastaðni í Atlantshavinum, millum Kanariuoyggjar og Florida, og í Framsundinum millum Grønland og Svalbard. Men einki varð mátað á Grønlands-Skotland rygginum, har Føroyar liggja.
Tí kundi Havstovan søkja um at vera við í verkætlanina ígjøgnum ES-átakið Hop-on. Endamálið er at víðka verkætlanina og styrkja granskingarførleikar.
Havstovan skal kanna rákið tvørtur um Íslandsryggin og í Hetlandsrennuni. Kanningin skuldi byrja í vár, men tøkniligir trupulleikar hava verið í skipanini hjá ES. Nú er arbeiðið byrjað, og fyrstu streymmátararnir vóru lagdir út í juni.
Havstovan lýsir eftir havfrøðingi ella granskara at arbeiða við verkætlanini.