Nám gevur út Støddfrøði 9 – Grundbók til 9 .flokk.
Bókin er tann seinasta í útgávurøðini Rokning og Støddfrøði. Fyrsta útgávan í røðini, Rokning 1a, var givin út í 2014.
Í røðini eru útgávurnar Rokning 1 til 6 til grunddeild og miðdeild og Støddfrøði 7-9 til hádeild.
Støddfrøði 9 er ætlað støddfrøðiundirvísingini í 9. flokki, men kann eisini nýtast í 10. flokki og á yrkisnámi.
Bókin bindur støddfrøði saman við praktisk viðurskifti.
Í bókini eru hesir kapittlar
- Peningaviðurskifti
- Geometri og sniðgeving
- Algebra og líkningar
- Funktiónir,
- Líkindi