Skiljistøðir til metal og glas í grannaløgum í Tórshavnar kommunu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Tórshavnar kommuna hevur nú sett skiljistøðir upp til glas og metal í nøkrum grannaløgum.

Talan er um eina royndarverkætlan, har endamálið er at finna útav, hvør loysn riggar best, tá ið húskir skulu skilja glas og metal. Verkætlanin er eitt stig á leiðini at lúka krøvini í nýggju burturkastkunngerðini, sum er á veg.

Tórshavnar kommuna skrivar, at ein stórur partur av hesum endar annars í restburturkastinum. Men við betri nærskiljing kunnu vit minka um hetta og senda tilfeingið til endurvinning.

Elsa Berg, borgarstjóri, sigur, at tað skal vera lættari hjá borgarum at velja grønar loysnir.

Brúkt verða tvey sløg av spannu, plastspannir og rustfrítt stál, alt eftir, hvussu nógv vindur er á staðnum.

Grannaløgini fáa vegleiðing í postkassan.

Skiljistøðirnar í royndarverkætlanini eru staðsettar á hesum støðum:

  • Karlamagnusarbreyt, Hoyvík
  • Við Finsen, Tórshavn
  • Á Norðasta Horni, Tórshavn
  • Undir Kongavarða, Argir
  • Tórsbyrgi, Tórshavn
  • Í Túnunum í eysturbýnum, Tórshavn
  • Við Íbúðirnar á Fløtum, Tórshavn
  • Á Óðinshædd, Tórshavn