Kringvarpið skrivar um og hevur gjørt eitt innslag um nakrar føroyskar svimjiáskoðarar, sum vórðu burturvístir úr svimjihøllini á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum týskvøldið.
Teir fimm Erlendur Johannesen, Erling Eidesgaard, Eyðun Húsgarð, Jon Heystoy og Leivur Michelsen hava siglt við Torshavn niður til Orknoyggjar fyri at heppa á føroysku svimjararnar.
Løgreglan varð boðsend, og tveir pápar og ein venjari hjá føroyskum svimjarum vórðu vístir út.
– Vit hava siglt niður her fyri at stuðla okkara svimjarum, og tað er púra burturvið, at vit verða burturvístir, tí vit hava staðið uppi eina lítla løtu, sigur Eyðun Húsgarð við Kringvarpið.
Teir reistu seg nakrar ferðir av spenningi móti endanum av kappingunum eins og aðrir áskoðarar. Men tað vóru bara føroyingarnir, sum vórðu vístir út.