B36 Varpið: Fótbóltsprát við Árna Gregersen

Skrivað

Jónas Ákason

Dagfesting

Heimligu fótbóltskappingarnar eru í summarfrí, og í B36 Varpinum nýta vit hetta høvið til at gera eitt summarprát. Gestur er Árni Gregersen, sum í meira enn 50 ár hevur eygleitt føroyskan og útlendskan fótbólt.

Árni Gregersen er kendur sum okkara besti politiski journalistur, men hann hevur eisini arbeitt nógv við ítrótti. Í B36 Varpinum hósdagin fara vit at práta um nakrar av hansara upplivingum úr fótbóltsheiminum. Vit fáa søguna um hinuferð, tá Johan Cruyff serveraði kaffi fyri Árna. Um tá Árni lokkaði Sepp Piontek til at spæla málmann. Og vit hoyra eisini um hvussu tað var at sjónvarpa tann ógloymandi sigurin hjá Føroyum móti Eysturríki í Landskrona í september 1990.

Eru vit heppin, fáa vit søguna um tá Árni sum blaðungur dømdi FM-finaluna millum HB og 66 liðið hjá KÍ í 1971 – ein dystur, sum klaksvíkingar hava skeldast inn á í meira enn 50 ár.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.