KÍ og Árni duga at spæla í Evropa

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

KÍ og Árni Frederiksberg gjørdu tað aftur í kvøld, og við einum 2-0 sigri móti finsku SJK við Samuel Chukwudi á liðnum, stýrdu teir trygt til annað umfarð í Conference League.

Og enn einaferð var Árni Frederiksberg tann stóri maðurin hjá KÍ, og hann skoraði eitt mál og legði upp til eitt.

Árni hevur nú sambært TransferMarkt í 30 evropeiskum dystum fyri KÍ skotið 14 mál og lagt upp til 15 mál. Tað má sigast at vera avbera góð hagtøl.

Teir kongabláu høvdu eina 2-1 leiðslu við frá dystinum í Finnlandi.

SJK royndi seg, men var ikki nær við, uttan tvey langskot og eitt kolldømt mál. Verjan hjá KÍ var stinn. Landsliðsspælararnir á vongunum góvu ikki nógv pláss, og frammanfyri tuskaðu Jákup B. Andreasen og Hallur Hansson.

Málverjin Mark F. Jensen mátti út við heilaskjálvta, men inn kom Sebastian John, sum stóð so at siga lýtaleyst.

Eftir ein tíma rullaði Jákup Andreasen bóltin til Árna Frederiksberg , og hann smekkaði bóltin í málið. Løtu seinni legði hann upp til Páll Klettskarð, sum setti høvdið á eitt gott hornasparksinnlegg.

2-0 og stórur fagnaður í Klaksvík. KÍ hevur nú vunnið allar heimadystir í 2025 og skal næstu viku royna seg móti Radnicki úr Serbia.

Mynd: Sverri Egholm


UEFA Conference League – 1. umfar
Seinnu dystirnir, hósdagin 17. juli
KÍ – SJK 2-0 (0-0) – samanlagt 4-1
61′ Árni Frederiksberg (Jákup Biskopstø Andreasen) 1-0
73′ Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-0