NSÍ søplaði alt burtur

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

NSÍ er úti úr evropeiskum fótbólti, hóast 4-0 sigur í fyrra dystinum móti finsku HJK.

Í Helsinki fór alt í hundarnar. Longu eftir eitt korter fekk Fabian Ness reytt kort, og NSÍ var í undirtali restina av dystinum.

Í fyrra hálvleiki gekk tað fínt at verja, men HJK skoraði eitt frálíkt langskot stutt eftir útvísingina. Í seinna hálvleiki varð 2-0 eftir eitt tilvildarligt hornaspark, og síðan gjørdi málmansdropp hjá Kristian Joensen, at tað varð 3-0.

NSÍ helt í 75 minuttir, men í yvirtíðini skoraði Antzoulas til 4-0. Tá var samanlagda støðan 4-4, og dysturin fór í longda leiktíð.

Beinanvegin skoraði Hostikka uppá fríspark. Bólturin fór upp í málhornið, og so var 5-0.

NSÍ royndi at leypa á við tíggju monnum, men tað eydnaðist ikki, og dysturin var eitt stórt vónbrot hjá NSÍ, sum hevði meira enn annan fótin í øðrum umfari undan dystinum.

Savnsmynd: Sverri Egholm


EFA Conference League – 1. umfar
Seinni dysturin, hósdagin 17. juli
HJK – NSÍ 5-0 (4-0 eftir vanliga leiktíð)
 5-4 samanlagt 
19′ Lucas Lingman 1-0
53′ Alexander Ring 2-0
79′ Santeri Hostikka 3-0
90 (+4)’ Giorgos Antzoulas 4-0
93 (longd leiktíð)’ Santeri Hostikka 5-0

Reytt kort: Fabian Ness (15′) – beinleiðis reytt kort

Sí meira um dystin her

NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen – Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness – Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen – Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen

Hesir komu inn: Henrik Olav Holten Olsen, Hassou Diaby og Beinir Nolsøe