Sangarinnan Connie Francis er deyð

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Amerikanska sangarinnan Connie Francis er deyð, 87 ára gomul. Hon var kend fyri stórhittini Who’s Sorry Now’ og Stupid Cupid, og var ein av størstu kvinnuligu popstjørnunum frá endanum av 1950’unum.

Longu sum trý ára gomul byrjaði hon at luttaka í talentkappingum, eftir at pápi hennara meldaði hana til.

Í 1955 gav hon út sína fyrstu plátu við sanginum Freddy. Síðan fylgdu fleiri kend løg, eitt nú Everybody’s Somebody’s Fool og Don’t Break the Heart that Loves You.

Í vár kom Connie Francis óvæntað aftur fram í ljósið, tá ið sangurin Pretty Little Baby fór viralt á TikTok. Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú The New York Times og NBC News.