Í gjár var All-Round kapping í amboðsfimleiki á Oyggjaleikunum í Orkney. Talan er um kapping, har tann besti fimleikarin í øllum amboðum tilsamans verður funnin.
Hjá kvinnunum gjørdist Mia Højgaard best. Hóast hon datt av bæði parallel barrini og bitanum, megnaði hon at vinna eitt deilt fyrstapláss saman við Amara Brogan úr Isle of Man.
Hjá monnunum gjørdist Bjarki Johannessen triðbesti fimleikarin. Hann fekk eitt deilt triðjapláss saman við Fraces McKenna, eisini úr Isle of Man.
Allir føroysku fimleikararnir kláraðu seg væl. Fleiri hava kvalifiserað seg til einstaklingakappingarnar í dag, men reglugerðin sigur, at bert tveir fimleikarar úr hvørjum landi sleppa at vera við í hvørjari kapping.
Hvørji fara at umboða Føroyar, verður kunngjørt áðrenn kappingina í dag. Kappingin byrjar kl. 10.30 og sæst á beinleiðis á Orkney 2025 Island Games – Gymnastics – 18/07/2025.