Svimjararnir svumu seinastu kappingarnar á hesum Oyggjaleikunum í gjár.
Líggjas Joensen vann gull í 400 metra frísvimjing við tíðini 3:52.44, og Isak Brisenfeldt tryggjaði sær bronsu við 3:55.50.
Bartal E. Eidesgaard setti føroyskt met í 100 metra frísvimjing á stuttgeil við tíðini 22.60 og vann silvur. Hann átti sjálvur gamla metið á 22.77 frá stafettini fyrrakvøldið.
Alisa Vestergård svam seg til bronsu í 100 metra frísvimjing við tíðini 57.43.
Elisabeth Erlendsdóttir vann eisini bronsu í 50 metra ryggsvimjing við tíðini 28.35.
Tilsamans gjørdist úrslitið í gjár eitt gull, tvær silvur og bronsur, umframt eitt føroyskt met.
Endaliga úrtøkan hjá føroysku svimjarunum á Oyggjaleikunum var 7 gullmerki, 12 silvurmerki og 11 bronsumerki.
- Líggjas Joensen vann 3 gull og eina bronsu.
- Elisabeth Erlendsdóttir vann 2 gull og eina bronsu.
- Ísak Brisenfeldt vann 1 gull, 2 silvur og 1 bronsu.
- Bartal Erlingsson Eidesgaard vann 3 silvur og eina bronsu
- Alisa Vestergård vann 1 silvur og 2 bronsu
- Silas Dam Lindberg vann 2 bronsu
- Lea Osberg vann 1 bronsu
- Føroysku stafettliðini vunnu 1 gull, 6 silvur og 2 bronsu