,

Føroysku badmintonspælararnir í øllum fimm finalunum í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroysku badmintonleikararnir eru í øllum fimm finalunum á síðsta kappingardegi á Oyggjaleikunum í Orknoyggjum.

Finalurnar í einmansleiki byrja klokkan 10.00. Rúni Øster, 22 ár, spælir ímóti grønlendska Toke Ketwa-Driefer, 26 ár.

Í blandaðum tvímansleiki verður tað rein føroysk finala. Rúni Øster og Miriam í Grótinum møta Magnusi Dal-Christiansen og Sannu Thorkildshøj. Tað merkir, at bæði gull og silvur eru tryggjað Føroyum.

Síðan skal Miriam í Grótinum, 21 ár, royna seg ímóti grønlendsku Saru Lindskov, 31 ár. Sara er veruliga drotningin av badminton í Grønlandi, stendur í tekstinum, men Miriam hevur eisini sterkar altjóða royndir og liggur omanfyri Saru á BWF-rankinglistanum.

Í tvímansleiki við monnum spæla Rúni og Magnus ímóti Guernsey, og í tvíkvinnuleiki eru tað Miriam og Bjarnhild í Buð Justinussen, sum møta Isle of Man.


Finalurnar eru at síggja á einum av hesum stroymingunum: