,

Fimleikurin vann Føroyum 13 heiðursmerki í dag

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Seinasta fimleikakappingin á Oyggjaleikunum í Orknoyggjunum er nú liðug, og fimleikurin hevur aftur í dag vunnið eina rúgvu av heiðursmerkjum.

Í dag var tað finalukapping, har kappast varð í hvørjum amboði sær. Eins og áður vóru kappingarnar sera tættar og spennandi, og okkara fimleikarar megnaðu at fáa heili trettan heiðursmerki í hús, níggjum til menninar og fýra til kvinnurnar.

Rókur Sumberg Vestergaard vann gull í beinsveiggj.

Torleivur vann gull í lopi, silvur í gólvi, og deilt silvur í ringum.

Bjarki Johannessen vann deilt silvur í ringum, silvur í lopi og bronsu í rekk.

Bjarti Skylv Hansen vann bronsu í parallel barr.

Mia vann gull í forskotnari barr, deilt gull í lopi og silvur á gólvi.

Marin vann gull á gólvi.

Bjarki í Jákupsstovu vann bronsu í beinsveiggj.