Á seinasta kappingardegi tryggjaði Súsanna Skylv Sørensen føroysku súkklarunum einasta gullmerki á Oyggjaleikunum.
Hon vann sera tøtta finalu í býarsúkkling frammanfyri tvær mótstøðukvinnur av Guernsey. Bert tveir hundraðpartar skildu nummar eitt og trý, og Súsanna hevði tíðina ein tíma og 24 hundraðpartar.
Talan gjørdist um ein sannan gysara, og sigurin var eisini søguligur. Hetta er fyrsta gullið í súkkling hjá kvinnum á Oyggjaleikum, og fyrsta súkklugullið hjá Føroyum síðan 2017.
Súsanna vann tvey silvur fyrr í vikuni og hevur áður vunnið gull í triathlon í 2019 og 2023. Hon endaði hesar Oyggjaleikirnar sum gullvinnari við at vinna Føroyum gull nummar 41, sum eisini gjørdist tað seinasta gullið hjá Føroyum hesar leikirnar.