, ,

Væleydnaður G! festivalur: Regnið kom ikki fyrr enn alt var liðugt

Skrivað

Sverri Egholm

Dagfesting

Fyri fyrstu ferð í 20 ár var tað útselt á G! festivalinum í ár.

Tað vil siga, at eini 5000 fólk vórðu savnað í Syðrugøtu um vikuskiftið. Og fyriskipararnir lata væl at.

– Vit eru serstakliga væl nøgd. Tað var gott veður stórt sæð allan festivalin. Regnið kom ikki fyrr enn síðsta konsertin sunnunáttina var liðug, greiddi Sigvør Laksá, stjóri í G! festivalinum, frá í samrøðu við Árna Gregersen á FM1 á middegi.

Hon segði at tað, at gjaldskortini ikki riggaðu eina løtu leygarkvøldið ikki órógvaði stórvegis.

Upp ímóti 55 tiltøk vóru hesar tríggjar dagarnar, tá festivalurin var.

Hoyr samrøðuna við Sigvør Laksá her: