Elsa Berg kennir seg trygga við súkklum í Húsareynstunlinum

Skrivað

Sverri Egholm

Dagfesting

– Tað er altíð trygdin sum er fyrst og fremst tá vegir og tunlar verða gjørdir. Og tað er tað eisini í hesum førum.

Tað segði Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, tá hon var á vitjan í rásarrúminum hjá FM1 seinnapartin. Hon var á vitjan hjá Árna Gregersen til eitt longri prát um politikk í kommununi og eisini um ólavsøkuna.

Elsa Berg um súkklur í Húsareynstunlinum:

Seinastu dagarnar hevur kjak tikið seg upp um súkklur í nýggja Húsareynstunlinum, sum læt upp fyri góðum tveimum vikum síðan.

– Eg haldi at vit skulu hava geva álit til foreldur og vaksin annars at sjálvi meta um, hvat er best fyri tann einstaka. 

Hon heldur at møguleikar eru at gera tað upp aftur tryggari at súkkla í Húsareynstunlinum. Eitt nú eina ljósskipan sum kann ávara bilførarar tá súkklur eru í tunlinum. Eisini ber til at brúka plássið í tunlinum betri.

Hoyr alla samrøðuna við Elsu Berg her