, ,

Tá Brøndby IF spældi sær av við Michael Laudrup

Skrivað

Jóan Pauli Jacobsen

Dagfesting

Áhugan fyri fótbólti hevði Michael Laudrup frá faðir sínum, sum var ein av allarbestu leikarunum í donsku fótbóltssøguni og sum dugdi at undirhalda samstundis. Finn Laudrup spældi seinast í 1960-árunum sum yrkisleikari í Wiener Sportklub. Í garðinum rundan um húsini í eysturríkska høvuðsstaðnum spældi 3-ára gamli Michael longu fótbólt. Undirlagið var sera óslætt og bólturin støkk í allar ættir. Tað var við til at geva honum ein framúrskarandi bóltførleika, so hann dugdi framúr væl at stýra bóltinum, um tað var á einum ójøvnum grús- ella grasvølli – uttan at hyggja niður á bóltin.

Síðani barnaárini í Wien hevði Michael ment sín bóltførleika, og tá hann sum 9-ára gamal varð limaður inn í Brøndbyernes Idrætsforening, vísti hann beinanvegin, at hann hevði eitt risastórt talent fyri st spæla fótbólt. Tað var í 1973 og pápin var júst vorðin venjari hjá Brøndby IF.

“Hann elskaði at spæla fótbólt,” hevur fyrrverandi formaðurin hjá Brøndby IF, Per Bjerregaard, sagt. “Tá hann spældi dyst kundi hann dribbla fram við málverjanum og síðani steðga á og royna at dribbla fram við málmanninum enn einaferð. Tað var ikki fyri at gera gjøldur við málverjanum, men heldur, tí honum dámdi so væl at dribbla. Og tað tók onki av gleði hansara, um málmaðurin tók bóltin. Hinvegin dámdi honum onki, tá venjarin ella liðleiðarin tók bóltin og steðgaði spælinum.”

Tað var ein seinnapart miðskeiðis í januar 1977, at dreingjaliðið hjá Brøndby skuldi venja uttandura. Í nærum tríggjar mánaðir høvdu dreingirnir spælt innandura og nú skuldi tað vera: Nú skuldu teir endiliga út á vøllin. Venjarin hevði sagt, at teiir byrjaðu lætt og allir væntaðu dyst á 2 mál úti á grúsvøllinum. Teir skiftu í klubbhúsinum og gingu síðani yvir móti grúsvøllinum, men ongin hevði bólt við. Hvørki venjarin ella liðleiðarin, men møguliga lá bólturin longu úti á vøllinum.

Tá hópurin kom yvir á grúsvøllin, gekk venjarin víðari og ongin leikari tordi at siga nakað. Venjarin steðgaði og peikaði á eitt træ langt burturi: “Síggja tit hatta træið? Tit renna yvir har, nerta við tað og renna yvir aftur her.” Á veg yvir aftur til klubbhúsið segði venjarin bara: “Vit síggjast mánadagin, frískir og væl upplagdir!” leikararnir sluppu ongantíð á vøllin og tá tók Michael Laudrup avleiðingarnar og flutti við faðir sínum til Kjøbenhavns Boldklub (seinni FCK).

Í 1982 skifti Michael Laudrup aftur til Brøndby IF, áðrenn fótbóltslívsleiðin av álvara fekk flog undir veingirnar. Enn einaferð í hølunum á pápanum.