Løgmaður brúkti talvorðingar í allari ólavsøkurøðu síni – eisini tá ið hann fór at tosa um Suðuroyartunnilin.
-Missir tú fólkið, tapir tú talvið, segði hann og vísti til, at Suðuroy hevur mist nógv fólk seinnu árini og sum heild ikki hevur fingið lut í tí vøkstri, sum annars hevur verið.
-Vit hava tikið ábyrgd. Vit hugsa væl og fara hóvliga fram. Vit hava í huga, at aldrin kann ein gjørdur leikur broytast. Nú kanna vit fleiri møguleikar, áðrenn vit flyta.
-Eg eri vónríkur um breiða semju, tá ið vit leggja uppskotið fram aftur í heyst. At vit standa saman, segði løgmaður um Suðuroyartunnilin.