1. juli búðu fyri fyrstu ferð nakrantíð fleiri enn 55.000 fólk í Føroyum. Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni.
Í 2017 rundaði fólkatalið 50.000 fyri fyrstu ferð, í 2018 51.000, í 2019 52.000, í 2021 53.000, í 2022 54.000, og nú í 2025 hevur fólkatalið fyri fyrstu ferð rundað 55.000.
Tilsamans búðu 55.042 fólk í Føroyum. Tað er ein vøkstur upp á 361 fólk ella 0,7 prosent síðan 1. juli í fjør.
Vøksturin stavar bæði frá burðaravlopi og nettoflyting. Burðaravlopið var 3,0 børn fyri hvørji 1.000 fólk, skrivar Hagstovan. Nettoflytingin var 3,6 fólk fyri hvørji 1.000 fólk, fleiri fluttu til enn burtur, hóast talið minkaði eitt sindur.
Trendarnir vísa, at føðitalið er vaksandi, meðan deyðatal og fráflyting eru meira støðug. Tað merkir, at bæði fleiri børn verða fødd og færri flyta úr Føroyum.
Síðan fólkavøksturin byrjaði í 2013, er fólkatalið vaksið úr umleið 48.000 upp í yvir 55.000 – eitt samlað vøkstur á 14,6 prosent.
Tórshavnar kommuna vaks mest, og har búgva nú yvir 40 prosent av føroyingunum. Eisini Sjóvar og Nes kommunur hava havt stóran vøkstur, og í Skálavík vaks fólkatalið við heili 24,6 prosentum.
Fólkatalið minkaði í Tvøroyar- og Vágs kommunu, har talið fór niður við ávikavist 1,3 prosentum og 1,5 prosentum.
Hagtølini vísa eisini broytingar í bygdunum kring landið. Til dømis vaks fólkatalið á Toftum við 57 fólkum, meðan Norðoyri minkaði við 10. Slík sundurgreining gevur innlit í, hvar fólk velja at búgva.
