Samtakið Poul Hansen boðar frá, at samtakið hevur gjørt bygnaðarbroytingar og sett nýggja leiðslu. Fyritøkan verður nú skipað í tvey partafeløg undir einum nýggjum holdingfelag, Poul Hansen Holding.
Tey bæði feløgini eru P/F Poul Hansen, sum fer at reka heilsølu, Gastro, Krás og handilsvirksemi, og P/F Bryggjubakki, sum fer at umsita íløgur, fastognir og dótturfeløg.
Høgni Hansen, sum hevur stjórnað samtakinum í 35 ár, verður nú arbeiðandi nevndarformaður í báðum feløgum. Hann sigur, at broytingarnar eru gjørdar fyri at gera bygnaðin einfaldan og framtíðartryggja fyritøkuna.
Stjórarnir í nýggju feløgunum eru, dóttir Høgna, Bára Hansen fyri P/F Bryggjubakka og Tony Rasmussen fyri P/F Poul Hansen. Bæði hava starvast í fyritøkuni í nógv ár, og Tony hevur seinastu árini verið søluleiðari fyri Gastro.
Fyritøkan Poul Hansen varð stovnað í 1927 og nærkast nú 100 ára degnum. Hon hevur altíð verið ein familjufyritøka, og við hesum broytingunum tekur fjórða ættarlið nú yvir róðrið.