6 metrar og 29 sentimetrar leyp sviin Armand Duplantis upp í luftina, tá ið hann fyri 13. ferð setti nýtt heimsmet í stangarlopið. Hetta hendi á Continental Gold Tour-kappingini í Ungarn.
Duplantis hevur sett heimsmet tríggjar ferðir bara í ár. Tað seinasta metið á 6,28 metrar setti hann 15. juni. So var gjørdist ikki tveir mánaðir gamalt.
Duplantis nærkast nú veruliga legendariska ukrainska stangarloyparanum,Sergej Bubka, sum setti 17 uttandura heimsmet frá 1984 til 1994, tá ið hann leyp 6,14 metrar.
Stóra málið hjá Armand Duplantis í ár er heimsmeistarakappingin í Tokyo í septembur.