Tað hevur verið ógvuliga avmarkað við spælitíð hjá Geza Turi, síðan hann tíðliga á árinum skifti frá Víkingi til Grimsby í triðjbestu ensku deildini.
Tveir teir fyrstu dystirnar í League Two hetta kappingarárið, hevur hann sitið á beinkinum uttan at koma inn.
Í kvøld spældi Grimsby so heimadyst í lítlu steypakappingini, Carabao Cup, móti Shrewsbury, og hesaferð fekk Geza Turi møguleikan mitt á miðjuni.
Hann takkaði fyri álitið, og legði longu eftir eitt korter legði hann upp til fyrsta málið hjá Grimsby í 3-1 sigrinum.
Grimsby økti til 2-0 stutt eftir hálvleik, áðrenn Shrewsbury minkaði til 2-1, tá ið ein tími var spældur. Í yvirtíðini staðfesti Grimsby 3-1 sigurin, og harvið komið víðari til annað umfar í Carabao Cup.