Hvalspýggjur steðga størsta franska kjarnorkuverkinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Kjarnorkuverkið í Gravelines í Fraklandi er fyribils steðgað, eftir at óvæntað nógvar hvalspýggjur komu inn í køliskipanina. Tað skrivar BBC.

Fýra av seks reaktorum eru nú óvirknir. Tríggir steðgaðu sunnukvøldið og tann fjórði mánamorgunin, sambært elfelagnum EDF.

Hvalspýggjur komu inn í filturtrumlurnar í pumpustøðini, og hetta forðaði vatninum í at køla reaktorarnar. EDF sigur, at støðan ikki ávirkar trygdina hjá starvsfólkunum ella umhvørvið.

Gravelines veitir vanliga 5 milliónum húskum streym og hevur eina megi á 900 MW.

Granskarar halda, at heita veðrið í Evropa kann hava havt við sær góðar umstøður hjá hvalspýggjum at nørast. Líknandi hendingar hava áður rakt kjarnorkuverk í Skotlandi og Svøríki. EDF arbeiðir nú við at fáa verkið í gongd aftur, og væntandi koma allir reaktorarnir í gongd aftur í hesi vikuni.