Seinast í novembur skal kvinnulandsliðið í hondbólti spæla HM-endaspæl í Trier í Niðurlondum. Nú boðar Hondbóltssambandi frá, at seinasta freist at keypa atgongumerki til HM-endaspælið er 22. august.
Keypir tú áðrenn ta freistina, kanst tú tryggja tær pláss saman við øðrum føroyingum. Eftir hetta verða atgongumerkini drigin inn og sett í fría sølu. Tað er galdandi bæði fyri innleiðandi dystirnar í Trier og eitt møguligt meginumfar í Dortmund.
Føroysku kvinnurnar spæla móti Montenegro 26. novembur, Spania 28. novembur og Paraguai 30. novembur.
Atgongumerkini til Trier eru í trimum bólkum: Kategori 2 kostar 79 evrur, Kategori 3 kostar 69 evrur, og Kategori 4 kostar 49 evrur.
Um Føroyar koma víðari, verður spælt í Dortmund. Har eru atgongumerkini eisini í trimum bólkum, og nógv eru longu seld. Tískil er skilagott at keypa í góðari tíð, hóast tað ikki er vist, at Føroyar koma víðari, sigur Hondbóltssamband Føroya.